Indiskir myndugleikar hava avdúkað eitt netverk av følskum og ókvalifiseraðum flogskiparum, sum dagliga flugu fyri viðurkend flogfeløg. Ein indiskur flogskipari elvdi til yvirskriftir í bløðum og loftmiðlum, tá hon í januar lendi eitt ferðafólkaflogfar við næsahjólunum fyrst. Nú vísa kanningar, at hetta var ikki fyrstu ferð, at kvinnuligi flogskiparin júst gjørdi tað sama.
Tað er eisini avdúkað, at flogskiparin fekk síni prógv við karakterum, sum vóru falskir.
Hetta skrivar The Washington Post.
Men hesin kvinnuligi flogskiparin er ikki hin einasti, sum var við í hesum netverki - av følskum flogskiparum.
Lagt verður aftrat, at eitt netverk av flúgviskúlum og loftferðslumyndugleikum í India hevur í langar tíðir falskað skjøl og hevur tikið ímóti mutri.
Avleiðingin er, at fleiri persónar, sum ongantíð vórðu útbúnir flogskiparar, endaðu í stýrhúsinum á stórum ferðafólkaflogførum. Samstundis eru mong túsund mannalív sett upp á spæl í hesum leiki - og vanlukkur eru hendar av hesi orsøk.
- Vit eru órógvað av, at slíkt er farið fram yvir eina so langa tíð, sigur forstjórin í sivilu indisku loftferðsluni, E.K. Bharat Bhushan.
Hann vísir á, at 29 flogskiparar soleiðis longu eru avdúkaðir fyri at hava brúkt følsk prógv. Í løtuni verða logbøkur hjá 1700 flogskiparum og 40 flúgviskúlum seinastu fimm árini kannað.
Seinastu tvey árini hava indiskir loftferðslumyndugleikar avdúkað 57 flogskiparar, sum vórðu ávirkaðir av rúsdrekka, meðan teir vóru á flogi.