Flogskiparar væl nøgdir við kjak um flogvøll

Fakligheitin má vera tað týdningarmiklasta í einum kjaki um nýggjan flogvøll, halda teir flogskiparar og flogstýrimenn, sum luttóku á kjakfundi á Svangskarði um nýggjan, altjóða flogvøll

Flogferðsla

 

Vit sakna, at kjakið um flogviðurskifti byggir á faktiska veruleikan. Tí var fyrilesturin á Svangaskarði mánakvøldið eitt kærkomið innslag í flogvallakjakið, halda tveir flogstýrimenn, ið vóru komnir at lurta.

- Mær dámdi væl hasa framløguna, har fyrilestrahaldarin setti fokus á kjakið um flogvøll og flogvallaviðurskifti. Tað, sum vit oftani hoyra, er, at nógv fólk hava lyndi til at gera seg til serfrøðingar uttan at vita, hvat fyrigongur. Hetta oyðileggur tað samlaða kjakið, tá man ikki tekur fakligheitina framum. Vit flogskiparar og flogstýrimenn hava saknað, at man byggir pástandirnar á fakta. Alt ov nógv byggir á gitingar, sum til dømis, hvar tað er turbulensur, og hvar tað ikki er turbulensur. Tá spyrja vit okkum sjálvar, hvar vita fólk tað frá? Eru tey von við at hanga uppi í luftini? Tað er ikki á jørðini, vit skulu hava turbulens ella ikki, tað er innflúgvingin frá 10 fjórðingum og niður til endan av vøllinum, vit skulu fyrihalda okkum til turbulens. Teir, sum vita mest um hetta, eru tyrluflogskiparar og ikki landkrabbar. Men flogskipararnir verða ikki spurdir. Vit hava nógvar vindar í Føroyum og djúp lágtrýst, ið hava sína ávirkan, og okkara landslag ger, at tað er nógvur lokalur turbulensur nógvastaðni. Tí mugu nágreiniligar kanningar gerast av hesum. Vit mugu koma til botns, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd um, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja. Tað er hóast alt turbulensur, ið fólk óttast mest, sigur Janus Rein.

Hann heldur, at Søltuvík eigur at verða strika sum evnið at gera nýggjan flogvøll.

- At gera ein 1800 metrar langan flogvøll í Søltuvík vildi verið tápauligt, og tað hoyrdi tú, at allir mínir starvsfelagar tóku undir við. So kunnu vit akkurát tað sama halda fram við at brúka vøllin í Vágum. Vit mugu gera okkum nakrar tankar um, hvat vit vilja, sigur Janus Rein.

Starvsfelagin, Hjalgrim Magnussen, flogstýrimaður, sigur soleiðis um flogvallaspurningin:

- Eg haldi, at fyrilesturin var objektivur, har man hevði fingið skilt tað lokalpolitiska burturúr, sett ljós á, at tað snýr seg um at fáa ein góðan flogvøll til Føroyar, og ikki so og so nógv arbeiðspláss til eitt lokaløki. At man er áhugaður í, hvar tann besti flogvøllurin kann liggja. Tað var hetta, ið var tað mest áhugaverda við framløguni, sigur Hjalgrim Magnussen.