Flogskiparar uppsagdir

Atlantsflog hevur minkað talið av flogskiparum í føstum starvi úr 29 niður í 23

Minni virksemi og tað at luftbussurin tekur fleiri fólk og færri túrar hava havt við sær, at Atlantsflog hevur sagt sjey flogskiparum upp.
Tríggir fóru úr starvi 1. oktober, tá ið tríggir aftrat fingu uppsøgn.
Magni Arge, stjóri umrøður uppsagnirnar sum eina tillaging. Í fjør komu fýra flogskiparar inn í felagið, og ta var í samband við, at Atlantsflog sendi flogskiparar til New Zealands at royndarflúgva við luftbussi.
Tveir avloysarar hava verið í summar, men teir vóru har bara fyribils.
Magni Arge sigur, at tað altíð er minni flúgving um veturin, men tað skuldi tað hent, at meira flúgving verður næsta summar, verða boð aftur eftir fleiri flogskiparum.
Tað er ikki lætt hjá flogskiparum í Føroyum at fáa annað starv. Í Føroyum er bara eitt flogfelag, og skulu teir finna annað flogskiparastarv, mugu teir leita sær í Fjareystur, tí nóg mikið er av flogskiparum til tørvin í Evropa.
Tað er ikki sum at siga tað hjá einum flogskipara bara at fáa sær okkurt arbeiði í Føroyum, tí útbúgvingin er kostnaðarmikil, og eftir lokna útbúgving hevur flogskiparin fleiri hundrað túsund krónur í lestrarskuld.