Flogskiparar fáa ein lúr

Evropeisku loftferðslumyndugleikarnir skjóta nú upp, at flogskiparar skulu fáa møguleikan at fáa sær ein lúr, meðan teir sita í stýrihúsinum á fullsettum flogfari langt uppi í luftini.

Evropeisku loftferðslumyndugleikarnir skjóta nú upp, at flogskiparar skulu fáa møguleikan at fáa sær ein lúr, meðan teir sita í stýrihúsinum á fullsettum flogfari langt uppi í luftini. Sambært uppskotinum kann annar flogskiparin leggja seg afturá í 15-30 minuttir, og tá hann er komin fyri seg aftur, kann hin leggja seg.
Norðurlendsku loftferðslumyndugleikarnir skulu eisini taka støðu til uppskotið, og bæði norsku og svensku myndugleikarnir hava longu boðað frá, at teir halda uppskotið vera í lagi, um tað kann bøta um trygdina í loftferðsluni.
Hinvegin er ikki líkt til, at norðurlendsku flogskipararnir eru serliga fegnir um hugskotið. Ein talsmaður hjá SAS-flogskiparunum sigur, at eftir hansara meting fer nýggja skipanin at krevja, at tríggir flogskiparar skulu vera við hvørjum flogfari. Ein teirra kann so leggja seg á frívaktini.