Flogsøgan 100 ár

17. desember vóru liðin 100 ár, síðan fyrsta flogfar við motori fór á flog. Tað vóru brøðurnir Wright í Kitty Hawk í North Carolina, sum gjørdu hesa royndina.

Teir gjørdu fýra royndir hendan dagin, tann 17. desember 1903, fyrsta túrin flugu teir 37 metrar í 12 sekund. 37 metrar er umleið helvtin av longdini á einum Boeing 747 ferðafólkaflogfari