Næsta summar fer Atlantsflog at flúgva til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm tvær ferðir um vikuna á hásumri. Flogið verður umvegis Stavanger hósdag og sunnudag frá endanum av juni til miðjan august Hetta er fyrsta beinleiðis ferðasambandið millum Føroyar og Svøríki, og tí hevur Atlantsflog vónir um, at bæði føroyingar og sviar fara at taka væl ímóti farleiðini, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Summarferðaætlanin fyri komandi ár byggir í stórum á somu feraðætlan sum í summar. Kortini eru nakrar fráferðir lagdar afturat til Keypmannahavn, Billund og Aalborg, so veljast kann millum 45 fráferðir um vikuna á farleiðunum millum Føroyar og Danmark.
London flúgvingin verður longd næsta ár, so gongd kemur á flúgvingina í seinasta lagi um miðjan mei og hildið verður á fram til endan av oktober. Somuleiðis verða nakrir túrar til London kring um páskirnar. Flogið verður eisini millum Hetland og London í sama tíðarskeiði.
Komandi summar verður samband við Ísland tríggjar ferðir um vikuna, og hagani verður samband við Atlantsflog til Narsarsuaq í Grønlandi tvær ferðir um vikuna.
- Vit hava justerað summarferðaætlanina nakað í mun til royndirnar vit hava gjørt okkum í ár. Nakrar fráferðir eru settar inn afturat til Danmarkar, men størsta broytingin er nýggja farleiðin til Stokkhólm, sum vit eru spent uppá. Harafturat tykist tað endiliga, sum føroyingar eru um at taka London til sín sum ferðamál. Tí leingja vit flúgvingina til London komandi ár, sigur Magni Arge, stjóri, í tiðindaskrivi frá Atlantsflog.










