Flogmanning hevði drukkið ov nógv

Svensku loftferðslumyndugleikarnir hava noktað einum russiskum flutningsflogfari at fara á flog av Sturup-flogvøllinum uttan fyri Malmø Upprunaliga skuldi flogfarið fara úr Malmø klokkan fimm í morgun, men tá manningin kom til flogfarið, stóð løgreglan fyri henni.

Onkur hevði boðað løgregluni frá, at russiska manningin hevði drukkið í so nógv í gjárkvøldið, og tí stóð løgreglan á flogvøllinum við promillumátara. Tað vísti seg, at tveir av manningini høvdu 0,65 og 1,0 í promillu, og tað var nóg mikið, til at løgreglan noktaði manningini at fara umborð á flogfarið.

Svensku loftferðslumyndugleikarnir siga, at málið er álvarssamt, sjálvt um flogskipararnir vístu seg at vera edrúir.