Flogleiðarar í ES mótmæla

Flogleiðarar í 11 ES-londum markera í dag sína misnøgd við eitt nýtt lógaruppskot hjá ES, sum leggur upp til eitt felags europeisk loftrúm.

– ES-nevndin gongur við ætlanum, sum koma at liberalisera økið enn meira, so talan uttan iva verður um fleiri uppsagnir, sigur Francois Ballestero frá fakfelagnum, ETF.

Í Belgia, Tjekkia, Italia, Portugal og Slovenia fara flogleiðarar í dag bara at røkja tær mest átroðkandi arbeiðsuppgávurnar, meðan alt annað sleppur at liggja.

Somuleiðis verða fyrireikað ymisk tiltøk í Eysturríki, Bretlandi, Bulgaria, Ungarn og Lettlandi, har talan mest verður um at kunna um ætlaðu lógarbroytingina frá ES.