Í morgun er tjúkt í mjørka um alt landið, tað er eisini tjúkt í Vágum, men eitt flogfar er farið avstað í morgun, tað fór kl. 7:03 til London.
Fyrsta flogfarið stendur at koma úr Keypmannahavn kl. 9:56, men sum líkindini eru í løtuni, er ikki hugsandi at tað setir seg.
Tey seinastu flogførini, sum skuldu koma seint í gjárkvøldið úr Billund og Keypmannahavn, fingu ikki sett seg, tey fóru til Egilstaðir og Bergen, tey standa at koma í Vágar kl. 11:30 og 12:45.
Eftir ætlan skulu 11 flogfør koma og 9 skulu fara úr Vágum í dag, men longu nú eru fleiri broytingar gjørdar - les á www.atlantic.fo
Sum sagt er tjúkt í mjørka í morgun, tað regnar, hitin liggur um 14 stig og tað er púra stilli, veðurforsagnirnar siga sama veður allan dag.