Tær størstu floghavnirnar í New York lata væntandi uppaftur um middagsleitið okkara tíð, eftir at tær hava verið stongdar síðani seinnapaertin leygardagin, tá ódnin Irene nærkaðist býnum.
Loftferðslumyndugleikarnir siga, at John F. Kennedy og Newark-floghavnirnar lata uppaftur klokkan 11 okkara tíð og LaGuardia ein tíma seinni. Kortini kemur flúgvingin ikki aftur í rættlag fyrr enn eina ferð í morgin.
Floghavnir í landnyrðingspartinum av USA hava avlýst næstan 11.000 fráferðir síðani fríggjadagin orsakað av illveðrinum, og nógv túsund ferðafólk hava ligið veðurføst í New York.










