Eingin fekk skaða, tá tey ferðafólkaflogfør stoyttu saman á flogvøllinum í Torronto.
Nógv ferðafólk vóru flutt burtur, eftir at tvey flogfør stoyttu saman á altjóða flogvøllinum.
Tað skrivar miðilin CP24.
Annað flogfarið varð sleipað eftir vøllinum, tá tað rendi saman við hitt flogfarið, sum júst varð lent.
Sløkkilið og bjaringarfólk vórðu boðsend eftir stoytin, sum hendi klokkan 18:19 lokala tíð. Tað upplýsir flogvøllurin í skrivi.
Samanstoyturin førdi til, at eldur kom í annað flogfarið, men sløkkiliðið fekk skjótt bæst eldinum.
Tey bæði flogførini vóru frá ávikavist Westjet og Sunwing.
Westjet Airlines upplýsir, at tey hava fingið boð um »smærri skaðar«. Felagið upplýsir tó, at øll 168 ferðafólkini og starvsfólkini hava tað gott.
Flogfarið, sum var av slagnum Boeing 737-800, var júst komið úr Cancun í Mexico.
Tað bíðaði eftir at parkera við gate'ina, tá hitt flogfarið rendi á, skrivar Westjet í fráboðanini.
Sunwing Airlines upplýsir, at eingin var umborð á Sunwing-flogfarinum, tá stoyturin hendi.
Umboð fyri kanadisku flutningsmyndugleikarnar sigur, at tey fara at kanna umstøðurnar.
/ritzau/