Flogfør eru seinkað og avlýst

Flogferðslan er broytt nakað.

Flogfarið til Keypmannahavn klokkan 20:25 í kvøld er avlýst, og tað er flogfarið til Billund í morgin eisini. 

 

Ein fráferð til Billund í dag varð eisini avlýst.

 

Í morgin skuldi eitt flogfar fara til Keypmannahavnar klokkan 17:35, men hetta er útsett til klokkan 00:55 fríggjanáttina.

 

Eisini flogfarið til Edinburg klokkan 13:10 er útsett higartil til klokkan 20:35 í annaðkvøld.

 

Um fleiri seinkingar og avlýsingar koma, síggjast tær á FAE.fo.