Flogferðslan nógv seinkað

Aftur í dag er flogferðslan nógv seinkað. Hesa ferð er tað tó ikki óhappið á flogvøllinum, sum er orsøkin, men ringa veðrið í norðuratlantshavinum.

 

Fyrsta fráferðin úr Føroyum klokkan 08.40 í morgun fór til tíðina, men annars eru allar fráferðir og komur seinkaðar.

 

RC453 úr Kastrup væntast fráferð kl. 18:40, og koma í Vágum kl. 20:00.

RC456 úr Vágum væntast fráferð kl. 20:45, og koma í Kastrup kl. 23:50.

RC459 úr Kastrup væntast fráferð kl. 00:30, og koma í Vágum kl. 01:50. Innskriving í Kastrup er opið til kl. 23:45.

 

RC1402 úr Keflavík væntast fráferð kl. 17:00, og koma í Vágum kl. 18:25.

RC1401 úr Vágum væntast fráferð kl. 19:00, og koma í Keflavík kl. 20:25.