Hóast nógvan vind og ógvuliga illfýsið veður, so er flogferðslan ikki órógvað. Í dag er tað ikki so nógv ferðsla loftvegis til og úr Føroyum. Sambært ferðaætlanini fer tað bara eitt flogfar úr Føroyum, og eitt kemur henda vegin.
Flogfarið var ásett at lætta úr Vágum klokkan 8.15, og tað lætti klokkan 8.24 við kós ímóti Keypmannahavn. Flogfarið úr Keypmannahavn ætlast at lenda aftur í Vágum klokkan 20.20.
Í gjár komu og fóru trý flogfør. Síðsta fráferðin var seinkað frá klokkan 14.45 og til klokkan 16.30. Tvær tær seinnu komurnar vóru eisini nakað seinkaðar. Flogfarið, sum skuldi lenda klokkan 13.50 í gjár, lendi klokkan 15.41, og tað, sum skuldi lenda klokkan 20.20, var í Vágum klokkan 22.15.
Í kvøld verður skýggjað loft, og hitin verður 4 stig.Hann verður eystan og landsynningur, og klokkan 20-22 verður vindferðin søgd at verða millum 5 og 6 metrar um sekundið.









