Flogferðirnar tillagaðar til landsdystin

Atlantic Airways hevur gjørt tillagingar í ferðaætlanini, so tey ferðandi hava betri møguleika at síggja fótbóltslandsdystin millum Ísland og Føroyar.

Tillagingarnar fevna um ferðirnar mikudagin í komandi viku. Nú landsdystur verður spældur hendan dagin, er ferðin til Íslands framskundað, meðan heimferðin til Føroya verður nakað seinni enn vant. Soleiðis ber til at gera eina dagsútferð til Íslands at síggja fótbóltsdyst. Eisini letur hetta upp fyri møguleikanum, at fólk, sum annars skuldu heim fyrr um dagin mikudag, ístaðin kunnu fáa dystin við, ella hinvegin: At fólk, sum koma til Íslands mikudagin nú eisini fáa stundir at síggja landsdyst, áðrenn onnur ørindi verða gjørd á leiðini.