Eitt felag í Avstralia er farið undir ferðafólkaflúgving til Antarktis. Upprunaliga skuldi flogfarið flyta vísindafólk aftur og fram, men nú fáa onnur høvi til at vitja íslandið. Tann fyrsti túrurin var um vikuskiftið. Tað er umráðandi at hugsa um umstøðurnar, tí tá flogfarið fór úr Avstralia, vóru 30 hitastig har, og tá tað lendi á Antarktis, vóru 17 kuldastig.