Flogferðslan økist framvegis

Ferðslan umvegis Vága Floghavn vaks við 18 prosentum í november. Hetta eru 2.312 ferðafólk fleiri enn í november 2011. Higartil í ár er samlaði vøksturin heili 10.6 prosent ella 20.162 ferðafólk.

Tað sær út til at vøksturin í ferðafólkatalinum heldur fram. Í november hava fleiri ferðast á rutunum enn undanfarin ár; umframt at tað hava verið fleiri leigutúrar.

Heilt fitt av óljuflúgving hevur eisini verið og hevur hetta sjálvsagt eina jaliga ávirkan á virksemið á flogvøllinum.

November er annars vanliga ein av teimum meira friðarligu mánaðunum. Fyri at økja um eftirspurningin í november koyrdi Atlantic Airways eina søluherferð av bakkastokki síðst í juni; ein herferð, sum skuldi økja um eftirspurningin eftir ferðum í november. Vága Floghavn lat tá 50 prossent avsláttur av tænastugjøldunum.

Kanningar, sum Gallup ger fyri Visit Faroe Islands og Vága Floghavn, vísa, at tey ferðandi meta, at miðalprísurin á ferðaseðlum er lækkaður eitt vet hesa seinastu tíðina. Hóast munurin ikki er stórur, hevur hetta uttan iva jaliga ávirkan á hugin hjá fólki at ferðast.

Tað er nú nógv sum bendir á, at 2012 verður árið, har ferðslan um flogvøllin setir met. Núverandi met bleiv sett í 2008.

Flogvøllurin arbeiðir nú tætt saman við vinnuni og interessum til tess at tryggja, at ferðslan umvegis flogvøllin økist, og umstøðurnar mennast. Eitt nú arbeiðir flogvøllurin tætt saman við Visit Faroe Islands til tess at kortleggja, hvat fyri ferðafólk nýta flogvøllin ávís tíðarskeið av árinum. Seinastu kanningina gjørdi Gallup Føroyar í novembur, og vórðu 990 fólk spurd.

Kanningin hjá Visit Faroe Islands og Vága Floghavn vísti, at í november vóru tað 79 prosent føroyingar og 21 prosent útlendingar ,sum ferðaðust. 58 vóru vóru í arbeiðsørindum; ímeðan 32 prosent fóru í feriu. Harumframt bendir kanningin á, at føroyingar eru farnir at ferðast meira aftur. Í 2012 eru fleiri sum viðmerkja, at tey ferðast 2-3 ferðir um árið.