Flogferðslan í Vesturevropa er um at koma aftur í rættlag, eftir at kavi og kuldi hava noytt flogfeløgini at avlýsa nógvar ferðir teir seinastu dagarnar. Í London-floghavnini Heathrow væntar leiðslan at avgreiða umleið 70 prosent av teimum umleið 800 fráferðunum og komunum í dag. Í Frankfurt varð flúgvingin tikin uppaftur í gjárkvøldið eftir steðg í fleiri tímar, og í París og Dublin bleiv flúgvingin tikin uppaftur í morgun.
Siim Kallas, sum er samferðslukommiserur hjá ES, hevur boðað frá, at hann fer at áleggja floghavnunum at seta í verk tilbúgvings, sum skal tryggja veðurføstum ferðafólkum betri tænastu. Bretsk bløð skrivaðu í gjár, at partar av Heathrow-floghavnini líktust einari flóttafólkalegu.
Vetrarveðrið hevur eisini órógvað tokferðsluna nógvastaðni, men hon er eisini um at koma í rættlag aftur. Eitt nú eru snartokini millum London, Bruxelles og París farin at koyra aftur.