Vetrarveður órógvar flogferðsluna í stórum pørtum av Evropa, og fleiri flogfeløg hava avlýsty nógvar rutur. Eitt nú hava SAS og Air France avlýst allar ferðir millum Skandinavia til París. Fronsk bløð skriva, at umleið 40 prosent av komunum og fráferðunum úr París eru avlýstar.
SAS hevur harafturat boðað frá, at stórar seinkingar eru á rutum til og úr London, Frankfurt, Bruxelles og Stuttgart. Frankfurt er ein av teimum heilt stóru flogvøllunum í Evropa, og har vórðu ikki færri enn 445 komur fráferðir og komur avlýstar í gjár.
Tað hevur verið heldur frægari í Billund enn í Kastrup, men eisini í Billund hava tey avlýst onkra fráferð, sigur DR.