Flogferðslan er órógvað

Seinkingar eru bæði í fráferðum og komum

Ódnarveðrið ávirkar flogferðsluna til og úr Føroyum.

Flogfarið hjá Atlantsflog, sum skuldi fara til Keypmannahavnar klokkan 8.30, stendur framvegis í Vágum. Ætlanin er, at tað skal lætta klokkan 11.45.

 

Tað verður roknað við, at flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda í Vágum klokkan 13.40, fer at lenda klokkan 14.45.

 

Hann er beinur sunnan, og tað er ikki góð ætt á flogvøllinum.