Flogferðslan darvað av veðrinum

Flogferðslan var darvað av veðrinum í gjár. Flogfarið úr Íslandi fekk ikki sett seg og stendur nú í Bergen. Stavanger og Billund vórðu útsett til í dag. Ferðslan millum Keypmannahavn og Vágar við Airbussinum gekk sum vanligt í gjár, og hetta flogfarið fór aftur til Keypmannahavnar í morgun. Líkindini at lenda hava ikki verið góð í morgun og fyrsta flogfarið - úr Stavanger - væntast í Vágar um 13.50.

Atlantsflog heitir á ferðafólk at kunna seg um flogferðsluna í dag á www.atlantic.fo