Eftir at hava havt durdarveður í Vágum í nakrar dagar, hevur sýnið argað eitt lítið fyrr í dag. Flogfarið, sum skuldi koma úr Billund í dag, er útsett til í morgin, og seinnapartsflogfarið úr Keypmannahavn lendur eftir ætlan eitt sindur seinkað klokkan átta í kvøld. Tað er klárnað aftur, so nú eru góð floglíkindir.
Tað, at flogfarið úr Billund í dag er útsett til í morgin, hevur við sær, at nøkur flogfør úr Føroyum í morgin verða seinkað.
Fólk kunnu fylgja við á
www.atlantic.fo