Nú ber til at fylgja flogferðsluni í Vágum um internetið. Statens Luftfartsvæsen hevur lagt ferðaætlnina hjá fogførunum á heimasíðuna. Eisini eru skermar settir upp í teminalinum, har víst verður, hvussu ferðslan er.
Til ber nú hjá fólki, sum sita við ein telduskíggja, at sláa upp á heimasíðuna www.slv.dk/vagar og síggja, nær flogfarið úr Reykjavík kemur í Vágar í næstu viku. Eisini flogfarið við fótbóltsáskoðarum úr Dublin ella vanliga rutuflogfarið úr Kastrup.
Vága Floghavn hevur í summar royndarkoyrt hesa skipanina, og nú verður hon hildin at virka so mikið væl, at hon verður løgd á heimasíðuna.
Men eisini á flogvøllinum sjálvum, í terminalinum, eru hesar tíðir nú atkomiligar fyri ein og hvønn, uttan at neyðug er at fara inn á skrivstovur ella til diskar at spyrja. Skermar eru settir upp, sum vísa, nær flogførini, merkt við rutunummarið, koma og fara. Júst sum fólk kenna tað aðrastðani frá.
Fyrr hevur hetta verið møguligt at sæð á einum lítlum skermi uttan fyri avgreiðsluskrivstovuna hjá Atlantsflogi. Tað vil siga, nær flogførini hjá Atlantsflogi koma og fara.
Nú ber eisini til at síggja eina viku forút, nær eitt fremmand leiguflogfar við eitt nú einum ísrealskum fótbóltslandsliði, lendir í Vágum.