Fyri at bøta um hetta - varð sagt frá AA - fór felagið at seta prísin á ferðaseðlum upp, og er hetta longu gjørt, men so snildisliga, at vanligur brúkari hevur ringt við at síggja hækkingina.
Uttan kappingarneyta ber hetta væl til, og at hyggja upp á innara kostnað liggur jú ikki til feløg uttan kapping. Dømir er nógv um hetta, til dømis hevði Maersk Air eina príshækkan hvørt ár, tey árini teir vóru í “ostaklokkuni” Danair, sama gjørdi SAS. Tá so liberaliseringin kom innan flogferðslu í Europa, vaknaðu teir við kaldan dreym. Søguna um hesi feløg kenna øll.
Nei góðu tit á AA, hugsið meira kreativt og sum eigari og brúkari fari eg at loyva mær at koma við ymiskum uppskotum.
Sum tað fyrsta haldi eg, at við tí kundagrundarlagi, ið AA hevur, kann tað ikki vera lønandi at flúgva til so nógvar destinatiónir.
Minkið um hesar rutur, til tær, sum geva svørt tøl og ger fleiri fráferðir til eina basislufthavn og gerið avtalur við onnur feløg, um víðari flutning út í heim.
Eg trúgvi, at færri destinatiónir er alneyðugt, serliga tá nýggi flúgvarin til uml. hálva milliard kemur, tá fer í øllum førum ikki at bera til at flúgva til London ella Stokholm við 15-20 ferðafólkum, uttan kollveltandi hækkan av ferðaseðlunum.
Sum nummar tvey, skerjið servering umborð til ein kopp av kaffi/vatn og ein tebolla, sum tann ferðandi tekur við sær, tá hann ferð umborð.
Fyri tað triðja, flytið alla sølu av tollfríum vørum niður á jørðina.
Eg trúgvi, at við nevndu tiltøkum v.m, skuldi borið til, um ikki at lækka prísin, so útseta næstu hækking rættuliga nógv.









