Flogfelag og mekanikari hava skyldina

Ein franskur dómstólur hevur dømt Continental Airlines og ein flogmekanikara hjá felagnum fyri óviljað manndráp, tá Concorde-flogfarið datt niður í 2000. Flogfarið dadtt niður, stutt eftir at tað var farið á flog úr Charles de Gaulle-floghavnini í París. Ein metalpartur var dottin av einum flogfari hjá Continental Airlines, og tað var hetta pettið, ið Concorde flogfarið koyrdi á við tí úrsliti, at hjólið punkteraði, neistarok stóð upp í veingin, har bensintangin var.

Hetta festi í bensintangan, og flogfarið datt niður í eitt hotel nærhendis flogvøllinum, og 113 fólk mistu lívið.

Tað var eitt DC-10 flogfar hjá Continental Airlines, ið misti metalpettið, sum var orsøk til vanlukkuna.

Vanlukkan varð tikin upp á film av einum bilførara, sum koyrdi fram við tá vanlukkan hendi.