Flogfelag Føroya bjóðar til Íslands á ítróttarstevnur

Dagarnar 27.?31. juli verður stór fótbóltskapping fyri ung í Íslandi. Hetta er eitt úrslit av einum stamstarvi millum Flogfelag Føroya og ITtravel. Í hesum sambandi verður kunnandi fundur í ÍSF-húsinum leygarmorgunin

Flogfelag Føroya hevur fingið í lag samstarv við íslendska felagið ITtravel, sum fyrireikar bíleggingar til ítróttarkappingar í Íslandi.

Fyrsta fruktin av hesum samstarvi er ein altjóða fótbóltskapping ? Iceland Football Festival ? sum verður um ólavsøkumundið í summar; nevniliga dagarnar 27-31 juli. Kappingin er fyri bæði gentur og dreingir í aldrinum undir 13 ár og upp til 18 ár.

Samstarvið millum føroysku og íslendsku ferðamannaskrivstovurnar fer í framtíðini tó eisini at umfata annan ítrótt.

Leygarmorgunin klokkan tíggju eru føroysk ítróttarfelag kallað til kunnandi fund í ÍSF-húsinum.