Loftferðslumyndugleikarnir í Avstralia hava sett forboð fyri, at nakað flogfar hjá felagnum Tiger Airways Australia kann flúgva í avstralskum loftrúmi. Orsøkin er, at trygdin hjá felagnum er ikki nóg.
Fyri teimum mánaðum síðani fekk Tiger Airways Australia boð um at broyta nakrar mannagongdir. Eitt nú skuldu flogskipararnir fáa betri arbeiðsumstøður og betri málsligan førleika, og harafturat skuldu reglurnar um viðlíkahald av flogførunum broytast. Men felagið hevur ikki fylgt boðunum til fulnar, og tí hava flogførini hjá felagnum nú fingið forboð fyri vat fara á flog.
Tiger Airways Australia er eitt av lágprísflogfeløgunum í Landssynningsasia. Tað viðurkenda felagið Singapore Airlines eigur ein part av felagnum.










