Tá eitti leiguflogfar hjá Atlantic Airways í gjár lætti sær av flogvøllinum í Kristiansund, kom ólag á annan motorin, og flogfarið vendi tí aftur og setti seg, har tað var farið avstað.
Flogfarið skuldi flyta fólk heim til Føroya, og skuldi flúgva úr Kristiansund umvegis Sgtavanger at taka fleiri ferðafólk við, tá flogskipararnir varnaðust ólag á øðrum motorinum.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at vandi ongantíð var á ferð, og at flogfarið bert var í luftini í tilsamans 18 minuttir.
- Vit hava sent ein mekanikara til Kristiansund at hyggja eftir motorinum. Tað vóru bert 10 ferðafólk við, tá flogfarið fór úr Kristiansund, og tey koma saman við fólkunum úr Stavanger til Førya við einum øðrum flogfari í dag, sigur Magni Arge.








