Tað stóðst eingin fólkaskaði av tí, tá flogfarið hjá Atlantic Airways úr Vágum til London fór út av breytini í morgun. Á veg út á vøllin, undir sonevndu taxi- prosedúruni, varnaðist flogskiparin sambært Magna Arge, stjóra á Atlantic Airways, at bremsiskipanin ikki riggaði sum fyriskrivað.
- Hetta var áðrenn flogfarið hevði fingið ferð, og flogskiparin valdi at seta hjólini út í trygdargeiran fyri at steðga flogfarinum. Sigur Magni, ið metur at støðan alla tíðina var undir kontrol.
Flogfarið er nú sleipað inn av breytini og fer til umvælingar. Hetta ger, at flogferðslan í Vágum er seinka í ein góðan tíma, meðan flogfarið til London er seinkað nakað meira. Í løtuni veit Magni Arge ikki, um annað flogfar er til taks at senda til London við ferðafólkinum.