Samstundis eru norskir og svenskir fjølmiðlar farnir at skriva um, hvussu høgt vanlukkuflogfarið fleyg ta seinastu løtuna, áðrenn tað hvarv. Tann sivila radarskipanin sigur, at flogfarið var í 2194 metra hædd, men tann hernaðarliga radarskipanin sigur, at flogfarið var 2316 metrar uppi.
Hetta bendir sambært svensku tíðindastovuni TT á, at Hercules-flogfarið var 281 metrar oman fyri fjallið Kuopertjåkkas ella 50 metrar lægri, enn trygdarreglurnar áseta.
Ein kelda í norsku loftferjuni sigur við blaðið VG, at tað kann hugsast, at mátingin hjá teirri sivilu radarskipanini er neyvari í hesum førinum, tí tann skipanin er í Svøríki, meðan tann hernaðarliga er í Noregi og einar 300 kilometrar frá vanlukkustaðnum.
Tann sama keldan sigur, at var flogfarið bara 281 metrar uppi yvir Kuopertjåkkas, er tað ein trupulleiki. Kuopertjåkkas er 1914 metrar høgt og er nærhendis tí 2106 metrar høga Kebnekaise, sum tað norska flogfarið rendi á.









