Flogfarið er klárt aftur

Í hálvatriðju viku hevur flogferðslan hjá Atlantsflogi verið darvað av, at flogfør hava verið til eftirlit, og tí er ferðaætlanin hjá nógvum av teimum ferðandi blivin broytt - meira hjá onkrum og minni hjá øðrum.

 

Millum annað eru flogferðir lagdar saman, so millum annað flogfør úr Føroyum til Keypmannahavn í summum førum fyrst hava lent í Bergen ella Billund.

- Men nú sær langt um leingi út til, at ein endi sæst á skerdu flúgvingini, sigur ferðslusamskiparin hjá Atlantsflogi, Rasmus Niclasen.

 

Orsøkin er, at flotin hjá Atlantsflog aftur er fullmannaður. Flogfarið, sum fór til eyka eftirlit í Onglandi, er nú kannað, og staðfest var, at einki er galið við flogfarinum. Tað kemur tí aftur til landið í dag ella í morgin og fer beinan vegin aftur í fasta flúgving.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Rás 2 gjørdi við Rasmus Niclasen í dag.