Flogfar til 800 ferðafólk

Tað fyrsta Airbus A380 skal eftir ætlanini á flog í 2006

Flogferðsla

Flogverksmiðjan Airbus, sum hevur høvuðssæti í Tolouse í Fraklandi, ætlar í fyrsta umfari at smíða nøkur flogfør, sum skulu taka 600 ferðafólk, men næsta stigið verður at smíða flogfør til 800 ferðafólk.
Nýggja flogfarið skal eftir ætlanini flúgva 16.000 kilometrar við einum brennievnistanga, og tað merkir m. a., at flogfarið kann flúgva úr Keypmannahavn til Sidney í Avstralia uttan at millumlenda.
Samstundis arbeiðir amerikanska Boeing-verksmiðjan við at gera eitt flogfar, sum skal flúgva væl skjótari enn Concorde, sum í dag er heimsins skjótasta ferðamannaflogfar. Tað fer m. a. at bera í sær, at flogtíðin úr Keypmannahavn til New York verður stytt tveir tímar. Nýggja amerikanska flogfarið fer at taka 250 ferðafólk.
Nýggja amerikanska flogfarið kemur á marknaðin í 2008.