Um vikuskiftið noyddist eitt flogfar hjá russiska flogfelangum Aeroflot at millumlenda í Keflavík í Íslandi, tí tveir av ferðamonnunum høvdu drukkið ov nógv av tí sterka slagnum.
Millum annað sýttu menninir fyri at akta roykibannið í flogfarinum, og teir órógvaðu hini ferðafólkini. Tað skrivar Moscow Times.
Russiska flogfarið var á veg úr Havana á Kuba til Moskva. Tá flogfarið hevði sett seg í Keflavík, kom íslendska løgreglan umborð eftir teimum báðum monnunum, sum eru russar.
Interfax skrivar, at teir báðir menninir hava fingið at vita, at teir sleppa ikki at flúgva við flogførum hjá Aeroflot aftur. Hinvegin fáa menninir einki krav frá felagnum.










