Flogfar neyðlendi – ferðafólk mundu pissa í buks

Eitt flogfar ávegis úr New York til París mátti neyðlenda í Írlandi, tí fólk skuldu á vesi

Tað var ein heldur óvanlig og margháttliga støða, sum var orsøk til, at eitt flogfar hjá OpenSkies, sum var á veg úr New York til París, mátti neyðlenda í Írlandi.

Tað skrivar blaðið The Independant.

Á ferðini gjørdist tað greitt, at vesini umborð á flogfarinum riggaðu ikki, og tí máttu 172 ferðafólkini halda sær – bæði so og so. Støðan versnaði á ferðini um Atlantshavi, og at enda vóru ferðafólkini meira kroyst enn gott var.

Flogskiparin avgjørdi tí at seta flogfarið í Shannon Airport har vesturi í Írlandi, og so runnu ferðafólk á vesi, har tey komu sær burtur úr neyðstøðuni. Samstundis fingu tøkningar bilbukt við vesunum umborð á flogfarinum, og tá ið flogfarið fór á flog aftur, vóru fólk munandi lættari, og vesini riggaðu.


Flogfarið varð tveir tímar seinkað til franska høvuðsstaðin.

British Airways, sum eigur felagið OpenSkies, harmast støðuna, men sigur við The Independant, at fyri trygdina umborð á flogfarinum var neyðugt at lenda í Írlandi.