Seinnapartin í gjár noyddist eitt Dash-8 flogfar at gera eina trygdarlending í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.
Air Greenland sigur, at flogfarið er bygt til at kunna lenda við einum motori, og hesaferð vóru eingi ferðafólk í flogfarinum.
Við Sermitsiaq sigur Grønlands Politi, at flogfarið lendi í øllum góðum og uttan trupulleikar.
Talan var um eitt flogfar, sum var á veg úr Nuuk til Kangerlussuaq, tá fráboðanir vóru um trupulleikar vóru við tí eina motorinum.
- Tí vendi flogfarið aftur til Nuuk, har tað lendi umleið klokkan 15 lokala tíð, sigur Air Greenland.
Flogfelagið vísir á, at flogskipararnir hava venjing í at loysa slíka støður, sum kunnu taka seg upp, og enn einaferð gjørdi manningin eitt fantastiskt arbeiði.
Í Air Greenland hava tey sett í verk eina kanning, sum skal greiða, hvat tað var, sum hendi við tí eina motorinum í Dash-8 flogfarinum seinnapartin í gjár.