Sambært Bild noyddist eitt ferðafólkaflogfar hjá Ryan Air í gjárkvøldið at neyðlenda í altjóða floghavnini Schönefeld uttan fyri Berlin, tí ein bumbuhóttan hevði verið móti flogfarinum.
Tá flogfarið hevði lent, fór løgregla við hundum at kanna flogfar og viðføri, og sum skilst eru kanningarnar lidnar í morgun.
Ferðafólkini, sum vóru í Ryan Air-flogfarinum, hildu leiðina fram til Póllands í einum øðrum flogfari í nátt.
Sambært talsmanni á flogvøllinum í Schönefeld heldur bumbuhótta flogfarið leiðina fram til Írlands í dag. Flogfarið var á veg úr Dublin til Krakow, tá tað lendi í Schönefeld um 20-tíðina í gjárkvøldið.
- Ryan Air-flogfarið, sum neyðlendi, boðaði frá einari neyðstøðu, meðan flogfarið var á flogi, og tískil fekk flogfarið loyvi at lenda, sigur talsmaðurin fyri flogvøllin í Schönefeld, Jan-Peter Haack, við Bild.
Talsmaðurin vísir á, at løgregla og brandlið vóru á staðnum, tá flogfarið lendi, og løgreglan kannaði flogfarið og viðføri við hundum.
Tey 160 ferðafólkini vóru førd inn á farstøðina undir leiðslu av løgregluni, og her fingu tey bæði mat og drekka, verður lagt aftrat.










