Øll sluppu við lívinum, tá eitt flogfar við 130 ferðafólkum endaði á sjónum, tá tað skuldi seta seg á indonesisku oynni Bali. Flogfarið, sum er av slagnum Boeing 737, rakti av einari ella aðrari orsøk ikki lendingarbreytina, tá tað skuldi seta seg á Dempasar-flogvøllin, skrivar franska tíðindastovan AFP.
Ein tíðindamaður hjá AFP sigur, at hann sá sjey ferðafólk koma á eitt sjúkrahús, og at tey høvdu fingið skaða í armarnar og beinini, men myndugleikarnir hava ikki sagt nakað um, hvussu mong fólk fingu skaða. Tað er heldur ikki greitt, hvørjum londum ferðafólkini vóru úr.
Indonesia hevur leingi stríðst við at bøta um flogtrygdina. Bali er eitt sera væl umtókt ferðamál í Asia, og fleiri milliónir fólk vitja har árliga.