Eitt ferðafólkaflogfar, sum hevði eina harða lending á Vnukovo-flogvøllinum í Moskva, er endað úti á motorvegnum.
Tað skrivar norska Dagbladet ovast á síni heimasíðu júst nú og vísir til Russia Today sum keldu.
Tað er Red Wings, sum eigur flogfarið.
Við Russia Today sum keldu skrivar norska Dagbladet, at flogfarið skal vera farið í tvey, og at eldur er komin í.
Dagbladet, sum fylgir málinum, skrivar, at meiri verður at frætta um hendingina seinni.
Seinasta nýggja er, at tað vóru bara 12 fólk við flogfarinum. Manningin taldi fýra, umframt átta ferðafólk.
Nú verður eisini sagt, at tvey fólk eru deyð í vanlukkuni.
Ógreiða er um, hvat veruliga er hent við flogfarinum. Onkur kelda sigur, at roykur sást, tá tað nærkaðist flogvøllinum, og onkur kelda sigur, at flogfarið lendi á motorvegnum.
Sagt verður, at flogfarið hjá Red Wings á hesi ferðini kom úr Kekkia.
Viðheftu mynd hevur Portalurin leitað fram á russiskari heimasíðu.










