Eitt Boeing 737-flogfar datt í nátt niður nærindis Rostov í útsynningspartinum av Russlandi. Øll 62 umborð hava latið lív, siga russiskir myndugleikar.
Flogfarið var komið úr Dubai og skuldi lenda í Rostov-na-Donu, sum liggur í útsynningspartinum av Russlandi. 55 ferðafólk vóru umborð.
Tað var ringt veður í økinum, og er hetta møguliga orsøkin til vanlukkuna. Leititoymini hava funnið eina av svørtu eskjunum og vóna, at til ber at fáa greiðu á, hví flogfarið datt niður.
Ein russisk tíðindastøð sigur, at flogskipararnir fleiri ferðir vóru ávaraðir um ringa veðrið. Tvær ferðir royndi flogfarið at seta seg á flogvøllinum, men mátti gevast. Seinnu ferðina megnaði tað tó ongantíð at koma upp aftur í floghædd.









