Eitt amerikanskt ferðafólkaflogfar datt í kvøld niður í Hudson River í New York. Upplýst verður, at øll tey 153 fólkini umborð sluppu frá vanlukkuni á lívi
Myndugleikarnir siga, at øll ferðafólkini umborð sluppu úr flogfarinum og vórðu hjálpt umborð á ferjur og aðrar bátar, sum komu til hjálpar
Flogfarið var eitt AirBus hjá US Airways, sum hevði 148 ferðafólk við og manningin taldi fimm, og tað var á veg til Charlotte í Norður Carolina
Vitni greiða í miðlunum frá, at fólk svumu kring flogfarið í ísakalda vatninum á veg burtur frá flogfarinum, og myndir vís, at nógv fólk stóðu á veingjunum á søkkandi flogfarinum, meðan tey bíðaðu eftir hjálp.
Flogfarið var farið frá La Guardia og royndi at venda aftur eftir at hava rakt ein fuglaflokk.
Sambært CNN vórðu ferðafólkini koyrd á ymisk sjúkrahús í New York.
Feráfólkini søgdu, at nøkur høvdu fingið skaða. Ein talskvinna fyri loftferðslumyndugleikarnir segði, at flogfarið hevði verið í luftini í minni enn tríggjar minuttir.