Flogfar datt 9.000 metrar niður ígjøgnum luftina

Ferðafólkini vóru hjartkipt, og fleiri teirra fóru at bløða nasablóð, tá ein svenskt ferðamannaflogfar brádliga datt úr 11.000 metra hædd niður á 2.000 metrar, tí trýstið fall inni í flogfarinum.

Flogfarið var á veg úr Göteborg til Umeå, men tá tað var uppi yvir Sundsvall, fall trýstið í ferðafólkarúminum brádliga so nógv, at flogfarið datt 9.000 metrar niður ígjøgnum luftina eftir einum minutti.

Svensku myndugleikarnir siga, at flogfarið er av slagnum Embraer ERJ-135, og at tað er felagið City Airline, sum eigur tað. Á hesari ferðini vóru bara 18 ferðafólk við umframt manningina, sum taldi trý.