Flogfør úr Fraklandi, Italia, Bretlandi, Kanada og USA hava søkt at málum í Libya í kvøld. Franska herleiðslan hevur sagt, at fronsk flogfør oyðiløgdu fýra stríðsvognar hjá stjórnarherinum sunnan fyri Benghazi.
Harafturat hava amerikonsk og bretsk herskip og tríggir amerikanskir kavbátar í Miðjarðarhavinum søkt at málum fram við sjónum. Bretska herleiðslan sigur, at herskipini og kavbátarnir hava skotið 110 rakettir eftir hernaðarmálum á landi.
Amerikanska sjónvarpið CNN sigur, at amerikanska herskipið USS Mount Whitney samskipaði álopið hjá herskipunum og kavbátunum.