Flogfør á klænkikur

Methøgu oljuprísirnir hótta við at taka beinini undan flogferðslu kring allan heim Frá fleiri av stóru flogfeløgunum verður arbeitt av øllum alvi, soleiðis at vektin umborð á floførunum kann verða sum minst. Eitt nú hava tey á American Airlines tikið stikk-kontaktirnar úr WC?unum umborð. Onnur hvør skrellispann er sett eftir á jørðini, og á fyrsta klassa er fína ? men tunga ? silvurbestikkið skift út við knív og gaffil úr lættari metallum.

Og eisini hjá Atlantic Airways kunnu vit rokna við vektsparandi átøkum í nærmastu framtíð.

Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at tey hava sett ein bólk, sum skal finna fram til ymisk átøk, sum skulu minka um oljunýtsluna hjá flogførunum.

- Ivaleyst verður tað so, at ferðafólk í framtíðini bert sleppa at taka eitt collie av viðføri við, áðrenn tey skulu rinda eykagjald. Kunnu vit spara nakað av olju við at flúgva eitt vet seinni, verður hetta gjørt, og kann vindmótstøðan minkast, um flogførini verða málað oftari, gera vit eisini tað. Snøgt sagt, so verður hugt eftir hvørjum einasta smáluti, sum kann minka um oljunýtsluna, sigur Magni Arge við Sosialin.

Hartil arbeiðir felagið eisini við at flyta tollfríu søluna niður til jørðina, heldur enn at hava hana umborð á flogfarinum. Verður hetta gjørt, hevur flogfarið partvíst minni av farmi umborð, og partvíst er tá eitt starvsfólk minni við flogfarinum.