Tvey ferðamannaflogfør bóru saman á John F. Kennedy-flogvøllinum í New York í gjárkvøldið. Tá eitt Airbus A380-flogfar hjá franska felagnum Air France fyrireikaði seg til at fara flog av John F. Kennedy-flogvøllinum í New York í gjárkvøldið, bar annar vongurin við eitt lítið flogfar hjá felagnum Conair, sum júst hevði sett seg. Bæði flogførini fingu skaða, men mansskaði var eingin.
Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at 475 ferðafólk vóru í Air France-flogfarinum, sum skuldi til París, og at 62 ferðafólk vóru í Conair-flogfarinum, sum kom úr Boston.
Airbus A380 er størsta ferðamannaflogfar í heiminum og hevur pláss fyri 525 ferðafólkum. Conair tekur sær av innanríkisflúgving í USA fyri amerikanska felagið Delta.