Flogbreyt í Klovanum skilagóð loysn

-Latið okkum læra av fortíðini og ikki gera skeivar og dupultíløgur. Eitt grótbrot í Klovanum, sum skal útvega grót til longjan av verandi vølli, vil samtíðis geva eina ómetliga synergiieffekt, soleiðis at tað tá verður skapt grundarlag fyri eini alternativari flogbreyt um somu tíð heldur stjórin í ráðgevarafyritøkuni Munin, Bogi Jacobsen

Sørvágs kommunu heitti fyri tíð síðani á ráðgevarafyritøkuna Munin um at gera kanningar í sambandi við uppskotið at gera nýggja flogbreyt í Klovnum, dalurin, sum gongur inn í oynna frá Vatnsoyrum. Bogi Jacobsen er stjóri í ráðgevarafyritøkuni Munin. Vit spurdu hann um tað ber til at sannføra politikarar og onnur um, at alternativ flogbreyt í Klovanum í Vágum er tann besta loysnin í flogvallarmálinum?

 

-Tað er nokk ein stór uppgáva at kunna prógva og dokumentera út frá tí vitan vit hava nú. Tann orka, sum Sørvágs kommuna og Munin hava lagt í hetta higartil er gjørt uppá stutta tíð, og tað fyriliggur ikki nakar statistikkur um vind aftanfyri, tá man tosar um, at man skal kanna hetta niður í æsir. Vit hava havt samband við donsku ráðgevarafyritøkuna Rambøll, og Verkfrøðingastovan og Munin eru farin saman um at hyggja nærri at hesum viðurskiftunum, har vit hava hugt eftir teimum krøvum, sum verða sett einum altjóða flogvølli. Tað er ein frágreiðing, sum eitur Anex 14, og har standa m.a. øll tey geometrisku krøvini, sum skulu vera gingin á møti rundan um ein vøll. Vit, sum fyritøka hava at leggja okkum eftir at hava stýr uppá at visualisera í 3D, og vit hava so gjørt sokallaðar upstructionsflatur, sum eru forðingarflatur og lagt tað inn á Vágoynna og inn yvir økið Klovin. Vit hava so fingið verkfrøðingar hjá Rambøll at hyggja eftir hugskotinum, og tað sær út til, at øll krøvini meira ella minni eru uppfylt.

 

Synergiir

Tað sær út til, at man kann flúgva inn á vøllin sunnanífrá og sleppa burtur sunnanífrá, og norðanífrá eru eisini møguleikar at fara út yvir Fjallavatn. Dalurin er so mikið breiður, at tey krøvini, ið verða sett, kunnu uppfyllast við at leggja vøllin niðan í Klovan. Synergiieffektin við at leggja eina hjábreyt er í prinsippinum sera einføld. Tað snýr seg um at gera ein øgiliga stóran veg og at hava ein veg, ein taxaveg frá tí vøllinum oman til teir verandi fasilitetirnar á verandi vølli, tvs. at tann útbyggingin, sum skal gerast, her hugsi eg um tær 365 mill. kr., sum eru settar av til útbygging av verandi floghavn, har hava vit hjá Munin tosað um nakrar praktiskar loysnir. Hesar snúgva seg um, hvar man skal leggja grótbrotið, og hvar fær man tilfar til útbygging av verandi vølli, sum er tað týdningarmesta her og nú, og sum størst trýst er á at fáa gjørt.

 

Bogi Jacobsen vísir á, at synergieffektin við at leggja grótbrotið uppi í Klovanum og leggja grótbrotið geometriskt soleiðis, at tað lýkur krøvini til eina nýggja hjábreyt, er so mikið áhugavert at kanna nærri, at man ikki hevur ráð at lata vera. Tað ger, at man kann arbeiða 24 tímar um samdøgrið, og man fær so bygt verandi vøll út og tá hann so er liðugur, hava vit fingið x-antal hundrað metrar gratis. Tann synergieffektin í hvørjari vunnari krónur er so øgilig. Og fasilitetirnir fyri at fáa hesa eyka hjábreytina er bara ein breiður vegur. Taka vit samanum, so hevur Rambøll úttalað, at hetta er áhugavert at kanna nærri, tí hvørki Munin ella Verkfrøðingastovan eru serfrøðingar innan fyri flogvøllir, og tað er tað vit brúka Rambøll til, so tað sær í hvussu er lovandi út.

 

Klovin mest seriøsa uppskotið

Bogi Jacobsen sigur, at hann hevur roynt at sett seg inn í allar hinar flogvallaloysnirnar, og út frá tí heldur hann, at Klovin er so nógv tað mest seriøsa uppskotið higartil. Tvs. at gera eitt grótbrot í Klovanum til at útvega grót til leingjan av verandi flogvølli, sum so samtíðis er byrjanin til at gera eina alternativa hjábreyt í Klovanum.

 

-Orsøkin til at tað er so ómetaliga týdningarmikið, at vit kanna Klovan beinanvegin, er tann, at man tosar um, at krøvini til ein nýggjan flogvøll eru, at hann skal vera 350 metrar breiður og hann skal vera 1800 ella 2500 metrar langur. Har er nokk av plássi, ja entá til at gera ein tríggjar kilometrar langan vøll, tí Klovin er so mikið stórur. Tað er so týdningarmikið at gera forarbeiðið ordiligt, tí tað eru so mong dømi í Føroyum um, at man hevur gjørt vegastrekki uttan at hugsa um framtíðina, ella fyri tað grótkøst. Gamlarætt er kanska eitt klassiskt dømi um, at politikarar taka eina avgerð um, at man skal gera eina havn, uttan at hava ánilsi av, hvat tað er teir hava sagt ja til. Taka vit tann 350 metrar breiða vegin, sum ein flúgvari skal lenda á og sum er 1800 metrar langur og vit plasera hann 10 cm skeivt í lendinum, so tosa vit kanska umn eini 80.000 kubikk av gróti, tað eru 8500 lastbilar. Vit tosa milliónir beinavegin, um vit ikki fyrireika okkum og leggja vøllin rætt í lendið beinanvegin. Tað kostar nakrar hundraðtúsund krónur í tí stóra bílætinum at fáa ta vitanina.

 

Nú segði eg, at vit enn mangla hagtøl fyri vind o.a. Alternativið er, at um tað vísir seg seinni, at tað er ov nógvur turbolensur at leggja flogbreyt her og Klovin ikki er egnaður, so er kortini nógv vunnið, tí tá fær Vágoyggin eitt stórt planerað øki. So synergiieffektin er, at man kann gera eitt grótbrot, sum er tillagað ein nýggjan vøll. Tað kann man kanna, og vísir tað seg, at tað riggar væl, so heldur man fram við at gera eina breyt, tí tað kostar ein triðing av prísinum, um tú skuldi gjørt ein vøll eina aðrastaðni. Tær 365 mill. kr til at leingja vøll og útbyggja verandi terminal, koma eisini eini hjábreyt niðan í Klovan til góðar og øvugt. Tað er har synergieffektin liggur.

 

Tað vit hava kannað og tosað við heimildarfólk um er at taka vit eina vindrósu, so hava vit fýra inngangsvinklar til at seta flogfarið niður á. Er tað ringt veður, uttan mun til, hvar vindurin kemur frá, um hann er útsynningur, sum er ringasta ætt í dag, so hevur tú góðar møguleikar at koma norðanífrá inn í Klovan. Samanumtikið er synergieffektin sera stór geografiskt.

 

Bogi Jacobsen heldur annars, at tann lítla milliardin man hevur brúkt í infrakervið at koma vestur í Vágar nú fer at koma eini heildarútbygging av flogvallarviðurskiftunum til góðar og harvið øllum Føroya fólki. Teir flogvøllir í Vágum vilja supplera hvør annan ómetaliga væl alla vindrósuna runt, veðurmessiga og operationelt.