Føroyska manslandsliðið í flogbólti fingu eina kalda móttøku á Bermunda, tá teir fyrstu náttina høvdu havt køliskipanina ov leingi frá. Eisini í venjingarhøllini er umstøðurnar ikki optimalar.
Flogbóltsmanslandsliðið húsast á einum skúla nú teir eru á Bermuda til oyggjaleikinar. Hetta er nakað nakað nýtt fyri flogbóltslandsliðið, men teir royna bara at tillaga seg.
- - Hetta er ikki tað vit eru vanir við frá oyggjaleikunum, men hetta er ikki so galið alíkavæl. Hetta er sosialt, tí vit búgva seks og seks í hvørjari skúlastovu. Tað er fínasta slag, sigur føroyski landsliðsspælarin, Suni Juul Pedersen.
At tað ber til at frysta á Bermuda máttu føroysku spælararnir ásanna eftir fyrstu náttina á skúlanum.
- - Køliskipanin stóð frá allan náttina og tað endaði við at menn vóru hálvfrystir, men so funnu vit út av tí og fingu rættað upp á tað, forklára Suni Juul Pedersen frá.
Tá In.fo fekk orðið á Suna Jull Pedersen høvdu teir júst vant í einari av hallinum, sum spælast skal í á oyggjaleikunum. Her gjørdi og nógvur hiti um seg.
- - Tað var undarligt at venja í høllini, tí tað kókaði sjálvt um har vóru fleiri viftir. Tað ger at bólturin svevar nógv meir enn vit eru vanir við. Tað ger tað torført hjá móttøkuspælarunum at taka móti bóltinum. Tað er heilt øðrvísi enn tað, sum vit kenna til úr Føroyum, greiðir Suni Juul Pedersen frá.
Hetta er ikki bara ein vansi fyri føroyska landsliðið.
- - Hetta er ein vansi fyri fleiri av hinum londunum. Bermuda er sjálvandi vanir við hetta, men trúgvi fleiri av hinum londunum eru ikki von við at spæla í slíkum hita, sigur Suni Juul Pedersen víðari.
Føroyska flogbóltslandsliðið hevur sett sær høg mál og hevur góðar vónir.
- - Vónirnar eru góðar og vit fara sum altíð eftir gullinum. Eg vildi sagt at silvurheiðursmerki er minstra krav, sigur Suni Juul Pedersen.
Kappingin er eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Hesa ferð eru sjey lið við og kappingin er skipað sum ein bólkur har øll liðini spæla móti hvørjum øðrum. Suni Juul sær Saaremaa sum størstu hóttaninai stríðnum um gullið.
- - Tað er torført at fáa nakað at vita um Saaremaa, men um teir hava somu manning sum seinast, so verða teir góðir. Eg vóni, at tann seinasti dysturin móti Saaremaa verður at rokna sum ein final, sigur Suni Juul Pedersen at enda.
Fyrsti dysturin hjá føroyska flogbóltsmanslandsliðnum verður í stutt eftir midnátt klokkan 00.15.