Flogbóltsmennirnir vunnu 3-0 á Íslandi

Føroyar endaðu næstovast í smálandakappingini á heimavølli

Føroyska manslandsliðið í flogbólti vann í dag ein góðan 3-0 sigur á Íslandi í smálandakappingini í hevur verið í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið. Sigurin var tó ikki nóg mikið til at tryggja Føroyum fyrsta plássið, tí San Marino vann 3-0 á Skotlandi og endar ovast við átta stigum. Føroyar endaðu á sjey stigum. 

 

San Marino - Skotland 3-0 (25-21, 25-19, 25-15)


Føroyar - Ísland 3-0 (25-18, 25-23, 25-21)

 

Endaliga støðan:

 

  DystirSett 
EndastøðaLiðSpældir3-0/3-13-20-3/1-32-3VunninTaptMunurStig
1San Marino321009368
2FØROYAR320018447
3Skotland3102047-33
4Ísland3003029-40