Flogbóltslandsliðið til Íslands

Flogbóltur: Nú landskappingin er liðug, fara flogbóltslandsliðini hjá monnum og kvinnum til Íslands

Í dag fara flogbóltslandsliðini til Íslands, bæði mansliðið og kvinnuliðið.

Tey eru boðin til Íslands av íslendska flogbóltssambandinum og skulu leika tríggjar dystir hvør.

Og tað er ein hørð skrá sum bíðar teimum. Ferðin byrjar, sum nevnt, seinnapartin í dag, og um vikuskifti skulu so tríggir dystir leikast. Allir dystirnir verða leiktir á Reykjavíkarleiðini. Á ferðini skal føroyska ferðalagið búgva á einum skúla.

Menninir byrjað beint sum teir koma til Íslands. Fyrsti dysturin verður í kvøld, klokkan 20. Annar dysturin verður leygardagin og triði dysturin verður leiktur sunnudagin.

Allir tríggir dystirnir hjá manslandsliðnum eru ímóti íslendska manslandsliðnum og telja tí sum altjóða dystir.

Hjá kvinnunum er eitt sindur øðrvísi. Í morgin skulu tær verða við í lítlari kapping saman við íslendska A- og kvinnuunglingalandsliðnum. Sunnudagin skulu tær so spæla móti A-landsliðnum.

Hjá kvinnunum telja bert tveir dystir sum almennir landsdystir.

Ikki kann sigast annað enn, at hetta er kærkomið høvi hjá landsliðunum at fáa dystarvenjing. Flogbóltssambandið hevur valt ikki at taka lut í Smálandakappingini hesaferð, men heldur at spæla fleiri venjingardystir.

Í apríl mánaði fara landsliðini bæði til Danmarkar at taka lut í eini páskakapping hjá Rødovre Volleyball Klub.


Manslandsliðið

Mest royndu spælararnir á manslandsliðnum hesaferð eru Jan Hentze úr Fleyr og Suni Hansen úr ÍF.

Tað, sum ein tó fyrst og fremst leggur merki til, tá hugt verður eftir listanum yvir úttiknar leikarar er, at har er ongin leikari frá føroyameistarunum Mjølni.

Tað kann tykjast løgið, men eftir hvat skilst hava fleiri teirra givið avboð, tí tað ikki liggur fyri hesaferð.

Eitt nú hevur Trygvi Poulsen givið avboð.

Hinvegin hevur Fram ikki færri enn seks leikarar við á landsliðnum.

Úr Fleyr og ÍF eru tveir leikarar og úr SÍ er ein leikari.

Skulu útlitini mátast eftir støddini á leikarunum, so eru góðar vónir, tí tað er ikki oftari enn so, at føroyskt flogbóltslandslið hevur slíka hædd.

Ragnar, Johan og Annfinn eru so stórir, at sjálvt Suni sær lítil út, men tað hevur hann nokk onki ímóti.

Tá sæð verður burtur frá Mjølnir-leikarunum, og kanska serliga Trygva, so er hetta ivaleyst sterkasta føroyska landsliðið kunnu seta. Við heimligum leikarum í hvussu er.

Nakrir føroyskir leikarar eru í Danmark, men teir eru ikki úttiknir til henda túrin.

Landsliðið sær annars soleiðis út:


Bárður Mikkelsen, Fram

Jákup V. Sivertsen, Fleyr

Jan Hentze, Fleyr

Sigmund av Teigum, Fram

Annfinn Joensen, SÍ

Johan Nielsen, Fram

Pól Gudmundsson, Fram

Suni Hansen, ÍF

Ragnar Petersen, Fram

Kenneth Neshamar, ÍF

Rúni Weihe, ÍF


Kvinnulandsliðið

Hjá kvinnununum er eitt sindur øðrvísi enn hjá monnunum.

Meistararnir úr Mjølni eru væl umboðaðar. Ikki færri enn fimm leikarar eru úttiknir til hetta liðið, og ikki kann sigast annað enn, at tað er rættvíst.

Tær hava leikt framúr væl í ár.

Millum tær úttiknu er »gamla rottan« í fakinum Marjun Kalsø.

Hon hevur skjótt verið á landsliðnum í eitt mannaminni og hevur leikt umleið 60 landsdystir.

Hon er so nógv tann mest roynda á landsliðnum, og hóast hon nú man fara at verða elst, so sær tað ikki út til, at hon ætlar at stilla flogbóltsskógvarnar frá sær í bræði.

Men onkrar av yngru kreftunum hjá Mjølni eru eisini við. Teirra millum eru Sonja Ravnsfjall og Tina Jacobsen.

Tina Jacobsen hevur leikt væl í ár, og hon fær nógv burturúr á miðjuni. Hon er stór og slær hart.

Eisini Fleyr er væl umboðað. Fýra leikarar eru úttiknar. Rúna Hentze er líka sjálvskrivað á landsliðnum sum Marjun, og tað er væl skiljandi. Hon er sera skjót og kann eisini sláa um tað gerst neyðugt.

Eisini Anna Dalsgarð er úttikin til Íslandsferðina. Tað er fyrstu ferð í fleiri ár, at Anna er við á landsliðnum, og tað er onki at ivast í, at tað serliga er spæl hennara í seinastu landskappingardystunum, sum hava givið henni landsliðsúttøkuna.

TB er ikki so væl umboðað hesaferð og tað eru góðar orsøkir fyri tí.

Tað er nevniliga so, at samstundis sum føroysku flogbóltslandsliðini eru í Íslandi er unglingameistarakapping her heima og við tí í huganum hava bæði Guðrið Nolsøe og Joana Joensen givið avboð.

Spell at so skuldi verða, men samstundis skilligt, at TB vil hava leikararnar heima, tí tær eru góðir leikarar.

Úr ÍF, ella rættari, tí sum eftir er av ÍF, kemur Helen á Lakjuni. Hóast hon ikki hevur fingið nóg nógva dystarvenjing í seinastuni, so er hon styrkur fyri landsliðið, eingin ivi um tað.

Annars vórðu Alvilda Ólavsdóttir og Hjørdis Mortensen úr danska meistaradeildarfelagnum TV55 eisini úttiknar, men tær vóru noyddar at geva avboð, tí tær skulu leika endaumfar í donsku kappingini.

Harafturímóti verður Annika Joensen úr KV61 við á ferðini til Íslands.

Kvinnulandsliðið sær annars soleiðis út:


Marjun Kalsø, Mjølnir

Vera Larsen, Mjølnir

Rúna Hentze, Fleyr

Anna Dalsgarð, Fleyr

Margit Joensen, Mjølnir

Tina Jacobsen, Mjølnir

Svanna Nielsen, TB

Rúna Heinesen, Fleyr

Helen á Lakjuni, ÍF

Sonja Ravnsfjall, Mjølnir

Halla við Høgadalsá, Fleyr

Annika Joensen, KV61


Sosialurin ynskir báðum flogbóltslandsliðunum góða ferð til Íslands og góða eydnu við dystunum.