Flogbóltskvinnurnar vunnu greitt

OYL 15: Føroysku flogbóltskvinnurnar hava fingið eina góða byrjan uppá oyggjaleikirnar

Føroysku flogbóltskvinnurnar, ið vunnu kvinnukappingina til seinastu oyggjaleikirnar á Bermuda, hava aftur í ár fingið eina góða byrjan.

 

Flogbóltskvinnurnar vunnu í fyrsta dystinum móti Isle of Man ein greiðan 3-0 sigur, eftir at settúrslitini vóru 25-1, 25-2 og 25-6.

 

Hetta er fyrsta ferðin síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Isle of Man í 1985, at Isle of Man aftur er umboðað í kvinnuflogbólti.