Flogbóltskvinnur tevja gull

Oyggjaleikir: Kvinnulandsliðið er komið í flogbóltsfinaluna á Oyggjaleikunum á Bermuda. Tær vunnu í kvøld 3-0 á Bermuda. Sett úrslitini vóru 25-19, 25-13 og 25-17.

 

Føroyska liðið hevur higartil vunnið allar dystirnar rímiliga greitt.

 

- Tað hevur kanska verið nakað lætt og mótstøðan hevur ikki verið so hørð, men vit fáa góða mótstøðu í finaluni, sigur Birgit Guttesen.

 

Hon var sum so nøgd við spælið, men iðrar seg um onkrar bóltar, sum tær taptu.

 

- Vit hava tamarhald á dystinum, men vit gera nakrar býttar feilir. Millum annað tá tær serva einar fimm bóltar, sum vit ikki fáa upp úr gólvinum, sigur Birgit Guttesen víðari.

 

- Vit eru knasandi góðar og hava tamarhald á øllum dystinum. Vit missa nakrar bóltar vekk í hvørjum setti, men tað hava vit gjørt í hvørju dysti, sigur Urd T. Traðará.

 

Einu løtuna í dystinum vóru bara spælarar frá Mjølni á vøllinum. Tað fekk føroysku áskoðararnar at rópa “Mjølnir”.

 

- Tað er ein stórur fyrimunur, tí helmingurin av liðnum er úr Mjølni og fleiri eru úr Fleyr, so tað er lætt at koma at kenna hvørja aðra, sigur Urd, sum hóast hon býr í Danmark kom heim til steypa og FM finalurnar farna kappingarár.

 

Føroyar skal í finaluni spæla móti Saaremaa. Teir eru greitt sterkasta liðið Føroyar koma at møta á Oyggjaleikunum.

 

- Vit hava sæð tær spælt, men tað er so ringt at meta um hvussu góðar tær eru. Tær plaga at verða góðar, men vit fara sjálvandi eftir at vinna gull, sigur Birgit Guttensen.

 

- Eg eri slett ikki í iva um, at spæla vit upp til okkara besta, so vinna vit, sigur Urd T. Traðará.

 

- Tað verður ein torførari uppgáva. Tær hava eitt betri lið, men eg veit eisini at vit hava eitt gott lið. Lesa vit rætt upp á, so vinna vit tær, sigur Bartal Eliasen, fyribils landsliðsvenjari.

 

Til ber at hoyra samrøðuna undir myndini.